placeholder
Innanlands

Tórshavnar kommuna: Endiliga verður innkomuvegurin gjørdur

Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu fyrst í komandi ári, og tá verður roknað við øktari ferðslu. Innkomuvegurin hevur onga játtan havt í áravís, men nú er hann loksins komin á fíggjarlógina.

2020-10-01 17:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Innkomuvegurin hevur tvey endamál, at leiða ein part av ferðsluni uttanum Havnina, og at leiða ferðsluna inn í býin gjøgnum fleiri íbindingarvegir.

Tunnilsfelagið ger vegin úr tunlinum, rundkoyringina omanfyri Hvítanes og vegin niðaná hjallan. Har tekur tað almenna yvir og ger høvuðsvegin yvir í Villingardalsvegin, meðan kommunan ger íbindingarvegirnar.

Ein partur av innkomuvegnum er gjørdur, tað er vegateinurin frá Klingruni og yvir til Sundsvegin, har eisini tríggjar brúgvar eru gjørdar.

Sambært løgtingsfíggjarætlanini eru tilsamans 38 miljónir brúktar higartil til verkætlanina fram til árslok 2019. 11 miljónir eru játtaðar í ár og 10 miljónir verða játtaðar til 2021. Kommunan hevur eisini sett av pening fyri komandi ár til íbindingarvegirnar.

Annika Olsen, borgarstjóri, fegnast um, at handling loksins er sett handan avtaluna millum land, kommunur og Tunnilsfelagið, og at verklagslógin kemur fyri løgtingið longu í oktober.

- Hetta er fyrra byggistig av tveimum. Tá hetta arbeiðið er gjørt verður farið undir seinna byggistig, sum er at gera tunnilin yvir í Oyggjarvegin, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder