Innanlands

Tórshavnar Filmfestivalur fer í gongd í kvøld

Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, setir festivalin. Fyrsta sýningin er klokkan 20

2020-02-12 13:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er klokkan 18.30, at skráin fyri Tórshavn Film Festival verður løgd fram í Norðurlandahúsinum. Stjórin har, Gunn Hernes, setir festivalin.

Síðani fer Lasse Thorning Jæger, projektleiðari í Norðurlandahúsinum, at greiða frá skránni og fer at siga frá um filmarnar. Møguleiki verður eisini at síggja brot úr øllum filmunum, sum verða vístir á TÓFF.

Fyrstu sýningingini stendur Filmsfelagið fyri. Tað er sýning av nógv rósta norska filminum DISCO. Hann verður vístur í Havnar Bio klokkan 20.

Les eisini: Flmsfelagið sýnir norskan film um kristin virði og kristna atferð

Kelda: Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder