Mentan

Tórsgøta stongd leygardagin í sambandi við matmarknað

Leygardagin 23. oktober verður serføroyskur matmarknaður í Tórsgøtu í Havn, og hetta ávirkar ferðsluna, upplýsir Tórshavnar kommuna

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-10-20 15:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 23. oktober verður serføroyskur matmarknaður í Tórsgøtu í Havn, og í hesum sambandi verður Tórsgøta stongd fyri allari ferðslu frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn frá klokkan 10-17, boðar Tórshavnar kommuna frá.

Matframleiðarar úr øllum Føroyum luttaka á marknaðinum, og møguleiki verður at keypa leskiligar hágóðskuvørur beinleiðis frá framleiðarunum: seyðakjøt- og avroð, neytakjøt, turkaðan tara, nýupptikið grønmeti og annað gott.

Umframt søluborðini verður annað eisini at uppliva á degnum.

Nærri kunning um serføroyska matmarknaðin "Staðbundin matmarknaður", sum Matkovin skipar fyri, fæst her.

placeholder
placeholder