2025-07-27 09:42

Løgreglan kannar í løtuni eitt mál frá Tórsfest leygarnáttina um ein ungan mann, sum varð stungin í lærið við knívi.
Hetta skal vera hent undir seinastu konsertini, skrivar Dimmalætting.
Maðurin hevur greitt løgregluni frá, at hann føldi onkran aftanfyri seg, vendi sær við og sá ein annan ungan mann, sum hann hevði havt eina ósemju við fyrr á kvøldinum. Tá hann varnaðist, at hann var stungin, var hin maðurin burtur.
Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum hava sæð okkurt, sum kann hjálpa teimum finna fram til mannin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald