Innanlands

Tórsbreyt skal dagførast

Tann eina langsíðan verður m.a. breiðkað, so tað verða átta geilir til 100 metra renning í staðin fyri tær seks

Hósdagin skrivaðu  Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Andras Andreasen, stjóri í Sp/f Grettir undir sáttmála um at dagføra renni breytina (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Hósdagin skrivaðu Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Andras Andreasen, stjóri í Sp/f Grettir undir sáttmála um at dagføra renni breytina (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2026-03-15 12:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Rennibreytin í Havn treingir til ábøtur, og nú verur farið undir at umvæla og uppstiga breytina, so hon eisini fær góðkenning til fleiri altjóða kappingar, skrivar Tórshavnar kommuna.

Ein sjónlig broyting verður, at tann eina langsíðan verður breiðkað, so tað verða átta geilir til 100 metra renning í staðin fyri tær seks, sum higartil hava verið. Ein onnur broyting er, at tað nú eisini fer at bera til at íðka stangarlop á Tórsbreyt.

Arbeiðið at nútímansgera Tórsbreyt skal vera liðugt í summar, og tað verður Sp/f Grettir, sum skal standa fyri arbeiðnum. Tilboðið hjá Sp/f Grettir fyri at gera arbeiðið var beint omanfyri 7,5 milliónir krónur, skrivar kommunan.

Sáttmálin varð undirskrivaður hósdagin millum Elsu Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Andras Andreasen, stjóra í Sp/f Grettir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder