Innanlands

Tórhallur Johansen nýggjur tekniskur leiðari

Vága Kommuna hevur fingið nýggjan tekniskan leiðara

Nýggi tekniski leiðarin í Vága Kommunu
(Mynd: vaga.fo)

Nýggi tekniski leiðarin í Vága Kommunu (Mynd: vaga.fo)

2019-02-09 13:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár boðaði Vága Kommuna frá at Tórhall Johansen er settur í starv, sum tekniskur leiðari hjá kommununi.

Talan er um ein royndan mann. Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at Tórhallur er útbúgvin byggifrøðingur og hevur drúgvar royndir við projekt- og entreprisuleiðslu innan fyri bygging og anleggsarbeiðið; bæði úr Føroyum og uttanlands. Eisini hevur hann royndir við projektering av bæði byggi- og anleggsarbeiðum.

Tað vóru 9 umsóknir til starvið, sum Tórhallur Johansen ætlandi tekur við 1. apríl. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder