Innanlands

Torbjørn Jacobsen skilir ikki tingformannin

Fyrrverandi tingmaður og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi skilir ikki, hví hann ikki skuldi farið til døgurða við krúnprinsinum

2018-08-18 11:07 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Vinmaðurin og floksfelagin er ikki til at vika, táið tað kemur til maritimar royalar verðar. Øðrvísi er á landi. Havi í mínum stilla sinni roynt at funnið onkra grundgeving fyri, hví eg ikki skal fara umborð á "Dannebrog" leygarkvøldið í næstu viku, havi annars takka Kongshúsinum hjartaliga fyri innbjóðingina, men eg fann hana ikki - grundgevingina. 

Soleiðis byrjar dagføring á Facebook vanganum hjá Torbirni Jacobsen, fyrrverandi tingmanni og landsstýrismanni fyri Tjóðveldi. 

Les eisini: Tingformaðurin ikki til døgurða hjá krúnprinsinum 

Páll á Reynatúgvu, tingformaður og løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur gjørt av, ikki at fara til døgurða, sum krúnprinsurin hevur boðið honum til umborð á Dannebrog. Páll á Reynatúgvu vildi heldur ikki fara til líknandi døgurða, tá drotningin skipaði fyri honum. Men Torbjørn Jacobsen hevur ikki somu støðu. 

- Tað er ikki Tórbjørn Jacobsen, sum er boðin umborð, tað er borgarstjórin í Runavíkar kommunu. Meðan hann situr í tí sessinum, umboðar hann 4 túsund fólk í Føroyum, og ímillum teirra finnast allir politiskir og átrúnaðarligir observansar. Tí fari eg umborð umboðandi hesi fólkini, og ikki míni egnu subjektivu politisku sjónarmið, sum tey flestu helst kenna, sigur borgarstjórin í Runavík á facebook vanganum. Hann heldur tí ikki, sum Páll á Reynatúgvu, at tað er rætt, bara at møta til tiltøk, sum føroyskir myndugleikar skipa fyri í sambandi við vitjanina. 

Krúnprinsurin og familjan hjá honum koma til Føroyar 23. august. 

Les eisini: Soleiðis vitjar krúnprinshúskið í Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder