Norðurlandahúsið bjóðar ikki færri enn átta konsertir í september. Alt frá klassiskum til jazz, harmonikutónleiki til popp og kórtónleiki til vísusang.
1. september verður møguleiki at uppliva russisku harmonikustjørnurnar Vladimir Ushakova og Svetlanu Stavitskaya, sum eru í Føroyum í sambandi við harmonikufestivalin í Fuglafirði. Seinni sama dag fer viðurkendi danski vokalbólkurin Musica Ficta á pall, har tey fara at syngja italalska madrigalar.
4. september vitja ung vágafólk í Havn. Tá verður nevniliga konsert við næmingum í musikkskúlanum í Vágum.
6. september verður forkunnugur fyrilestur við heitinum ”Det musiske menniske”. Fyrilestrahaldari er norski Jan-Roar Bjørkvold. Eftir fyrilesturin verður hugnalig kafékonsert við Spellemanns-virðisløntu norsku sangarinnuni Ingeborg Oktober. Kaféin Systrar ger lekrar drinks til høvið, so hetta er ein upplagdur háttur at runda arbeiðsvikuna av og koma í vikuskiftisstemning.
7. september verður fyrsta konsertin í triðja og síðsta umfari av PULS-konsertrøðini, sum Norðurlandahúsið skipar fyri í samstarvi við Spaniastovu og Listastovuna. Á hesi konsertini hoyra vit vakra verkið Resonance eftir danska Jacob Anderskov, sum í 2018 var í uppskotið til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins.
18. september syngur finlands-svenski vísusangarin Frida Andersson á enn einari seinnapartskonsert í kaféini Systrar. Her ber til at njóta eina róliga løtu eftir loknan arbeiðsdag, áðrenn farið verður heim til nátturðan.
![]()
Sóley
22. september verður spildurnýtt tilfar frá íslendsku stjørnuni Sóley at hoyra. Nógv hoyrdu hana ivaleyst í 2017, tá hon spældi eina konsert saman við Eivør í Fuglafirði. Nú vitjar hon aftur Føroyar í sambandi við PULS og spælir tríggjar konsertir í ávikavist Spaniastovu, Listastovuni og Norðurlandahúsinum.
Tónlistamánaðin í Norðurlandahúsinum endar 28. september við klassiskari heystkonsert, har mæti føroyski tónlistabólkurin Aldubáran fer at framføra meistaraverk eftir Beethoven.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald