Innanlands

Tómur leigubilur á Viðareiði verður kannaður

Løgreglan hevur sent hundapatrulju í hagan

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-07-04 12:01 Author image
Ari av Rana

Fyrr í morgun fekk løgreglan boð úr Viðareiði um at ein leigubilur hevði staðið tómur síðani seinnapartin í gjár.

Fólk, sum var farið at hyggja eftir bilinum staðfesti at hann var tómur, og fór síðani eitt sindur niðan í hagan at vita, um nakað sást til nakran persón. Har var einki telt ella annað at síggja, og tí varð boðað løgregluni frá.

- Roynt hevur verið at ringt til leigaran, men har er einki samband við telefonina. Vit hava tí valt at senda eina hundapatrulju norður, sum nú fer í hagan at leita, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

placeholder
placeholder