Fyriskiparar av G! Festivalinum kunngera í dag, at Tommy Cash kemur at framføra á festivalinum í ár.
– Tey flestu munnu kenna lagið Espresso Macchiato, ið gjørdist eitt satt hitt í Evropa eftir luttøku í Eurovision 2025. Men Tommy Cash er avgjørt meira enn Eurovision. Longu í 2016 fekk hann gjøgnumbrot við lagnum Winaloto, og hann gjørdist eitt altjóða kultnavn, langt áðrenn TikTok og Eurovision.
– Tommy Cash hevur arbeitt saman við nøvnum, sum Charli XCX, Diplo, Boys Noize og Käärijä, og er kendur fyri sín heilt serliga stíl, har tónleikur, framførslulist og vitleyst skemt renna saman.
– Vit gleða okkum at fáa estisku kultstjørnuna Tommy Cash á Gøtusand, á G! 16.–18. juli, skriva fyriskiparar av G!.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald