2025-07-28 10:14

Trý fólk lótu í gjár lív í einari tokvanlukku í týska statinum Baden-Württemberg. Harumframt vórðu umleið 50 onnur særd, og fleiri vórðu álvarsliga løstað, upplýsir týska løgreglan.
Umleið 100 ferðafólk vóru við tokinum, tá tað koyrdi av sporinum. Fleiri tokvognar koyrdu av sporinum, og í minsta lagi ein endaði á liðini, skrivar Reuters.
Vanlukkan hendi umleið klokkan 17.10 í gjár okkara tíð nærindis býin Zwiefaltendorf.
Kannað verður, hví vanlukkan hendi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald