2025-08-25 15:57

Førarin av tokinum og landbúnaðarakfarinum, sum vórðu álvarsliga løstaðir í einari tokvanlukku í Suðurjútlandi í Danmark 15. august, men nú er støðan ikki hættislig longur.
Tað sigur løgreglan í økinum sambært Ritzau.
Ein 60 ára gomul kvinna lat lív í vanlukkuni, og trý onnur vórðu eisini álvarsliga løstað. 22 onnur fingu smærri skaðar í vanlukkuni.
Fyrstu vikuna eftir vanlukkuna var eingn tokferðsla á strekkinum millum Tinglev og Kliplev, men fríggjadagin varð tokferðslan tikin uppaftur. Tó er avgerð tikin um, at tokini skulu koyra við niðursettari ferð í økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald