Uttanlands

Tokvanlukka í Danmark: Í minsta lagi 17 fólk løstað

Í morgun varð boðað frá einum frontalum samanstoyti millum tvey tok í Norðursælandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-04-23 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 17 fólk eru løstað eftir ein frontalan samanstoyt millum tvey tok norðanfyri Hillerød í Norðursælandi tíðliga í morgin.

Løgregla og tilbúgving er á staðnum, og øll ferðafólkini eru komin úr tokunum, skriva danskir miðlar.

Av teimum 17, sum hava fingið skaða eru fimm álvarsliga løstað, og støðan er hættislig, skrivar region Hovedstaden.

Ein kreppumiðstøð er sett upp í Hillerød, har fólk, sum eru ávirkað av vanlukkuni kunnu fáa sálarliga hjálp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder