Innanlands

Tjóðveldi ætlar sær Bjørg sum sítt stjørnuskot

Unga Tjóðveldi stillar sum skilst 20-ára gomlu Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum aðrir flokkar eisini hava ynskt, upp - hon stillaði upp fyri Kommunulistan á kommunuvalinum í 2024

Bjørg Súsanna Brynhildardóttir Egholm hevur millum annað gjørt vart við seg við at skriva, halda røður  og sum sjónleikari. Hon fekk 130 atkvøður á kommunuvalinum í 2024 (Mynd: Gylvi Fritsson)

Bjørg Súsanna Brynhildardóttir Egholm hevur millum annað gjørt vart við seg við at skriva, halda røður og sum sjónleikari. Hon fekk 130 atkvøður á kommunuvalinum í 2024 (Mynd: Gylvi Fritsson)

2026-03-03 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bjørg Súsanna Brynhildardóttir Egholm hevur millum annað gjørt vart við seg við at skriva og halda røður - millum annað røðu til 1. mai hald - og sum sjónleikari í viðurkenda "Seinasta paradís í jørð".

Bjørg stillaði eisini sum blaðung up til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu í november 2024. Hetta var fyri kommunulistan, og fekk Bjørg Brynhildardóttir Egholm tá 130 atkvøður. 

Sum skilst hevur 20-ára gamla havnarkvinnan verið eitt møguligt valevni, sum fleiri flokkar hava ynskt at fáa á sín lista.

Nú ljóðar, at Bjørg Brynhildardóttir Egholm stillar upp fyri Tjóðveldi.

Portalurin skilir, at Unga Tjóðveldi ætlar at satsa uppá hana um sítt valevni til Løgtingsvalið 26. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder