Innanlands

Tjóðleikhúsið verður ikki flutt

Staðsetingin er einmælt samtykt og avgreitt av býráðnum fyri meira enn tveimum árum síðani, sigur Heðin Mortensen

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-18 13:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tjóðleikhúsið verður á eystaru bryggju í Havn. Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri, í almennari fráboðan í dag.

Seinastu dagarnar hevur kjakið stungið seg upp, um tjóðleikhúsið skuldi verið staðsett aðrastaðni, nú Havnarnevndin í Tórshavnar kommunu ikki valdi at samtykkja leigusáttmála um tjóðleikhús.

[object Object]

Men borgarstjórin í Havn sigur, at málið er avgreitt av býráðnum, og kemur ikki fyri aftur.

- Málið um staðsetingina av Tjóðleikhúsinum er einmælt samtykt og avgreitt av býráðnum fyri meira enn tveimum árum síðan. Og eg leggi ikki málið aftur fyri býráðið.

[object Object]

- Avsetta økið til sjálvt Tjóðleikhúsið var 4.000 fermetrar, men tað var partur av eini heildarætlan fyri eystara havnaøki, sum var eitt vegleiðandi amboð fyri, hvussu økið skal skipast í framtíðini. Eitt tílíkt øki umfatar sjálvandi vegir, grøn hugnaøki og alment felags parkeringsøki umframt, skrivar Heðin Mortensen í fráboðanini.

- Málið snýr seg einans um at fáa Tjóðleikhúsið at passa inn í hesa heildarætlan. Tað hava vit havt ríkiligt av tíð til. Og eg fari nú sum borgarstjóri saman við umsitingini at taka mær av at fáa gjørt ein sáttmála skjótast, so málið ikki óneyðuga verður órógvað og drigið longur út.

Les eisini: Vestmanna eisini áhugað í Tjóðleikhúsinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder