Nýval varð útskrivað í gjár, og longu nú byrja nýggj møgulig valevni at trína fram.
Ein er Tjóðhild Patursson, sum ætlar sær á Tjóðveldislistan.
Í Facebook-dagføring skrivar Tjóðhild, at tjóðarsemjan, tilfeingisrentan og trygdin eru nakað, sum hon serliga vil arbeiða fyri.
Tjóðhild Patursson hevur tikist við ymiskt - millum annað undirvíst - og rekur nú matstaðið í Norðurlandahúsinum, Tita.
Sum blaðung og limur í Unga Tjóðveldi stillaði hon upp til løgtingsvalið í 2008 og fekk slakar 100 atkvøður.
Hon er abbadóttir Erlendur Patursson, sum er eitt stórt navn í Tjóðveldi
1. og 2. uppstillingarfundur hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag verður mánadagin 2. mars klokkan 16.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald