2024-08-03 21:56
Næsta vikuskiftið verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík. Landsins størsta tónleikatiltak bjóðar tónleik, undirhald og hugna í tríggjar dagar – frá hóskvøldi til leygarkvøld.
Fleiri túsund fólk koma til Klaksvíkar at halda Summar Festival, og stórt trýst er á gistingarmøguleikar í økinum.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Mitt á festivaløkinum verður hugnalig tjaldbygd, har tjaldarar kunnu gista. Øki eru bæði til ungdómar og familjur. Tað ber ikki til at búgva meira sentralt á Summar Festivalinum, og haðani er upplagt at njóta tann lívliga festivalin, siga fyriskipararnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald