Innanlands

Tingið kemur saman í morgin

Uppskotið hjá Helga Abrahamsen um undantøk í Almannaverkinum tá verkfall er, er klárt, og tingfundur er lýstur at vera í morgin fyrrapart

2021-06-15 17:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 11 í morgin er tingfundur lýstur at vera. Tá skal uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í arbeiðsmarknaðarmálum, um undantøk í Almannaverkinum tá verkfall er, leggjast fram.

Enn er ivasamt, um tingið fer at víkja frá øllum tíðarfreistum, tí tað krevst at tríggir fimtapartar av løgtinginum atkvøða fyri. Sostatt verður neyðugt við atkvøðum úr andstøðuni, og fyri útvarpinum hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi gjørt greitt, at flokkarnir ikki taka undir við at víkja frá tíðarfreistini.

Um tað ikki eydnast at víkja frá tíðarfreistum, fer tað at taka eina viku, at fáa uppskotið ígjøgnum tingið.

Allir limirnir í Pedagogfelagnum fóru í verkfall í gjár klokkan 7. Fakfelagið hevur játtað 16 undantøk til Almannaverkið, sum annars hevði biðið um 125 undantøk.

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, segði við útvarpið í gjár, at verða ikki fleiri undantøk givin, kann tað standa um lív og heilsu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder