Hóast løgtingsval er útskrivað, steðgar tingarbeiðið ikki heilt upp. Tingið er nevniliga kallað saman í morgin at viðgera tvey mál.
Talan er um 3. viðgerð av málunum um at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum og 3. viðgerð av málinum um avgjald á framleiðslu og innflutning, sum snýr seg um eina tøkniliga rætting í sambandi við avgjald á leyst snús, sum inniheldur tubbak.
Tey málini, sum liggja í Løgtinginum, men sum ikki eru liðugt avgreidd, eru framvegis tingmál, og tey detta ikki burtur fyrr enn sjálvan valdagin.
Løgtingið hevur tí fullar heimildir til at viðgera mál fram til valdagin.
Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 13.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald