
Tingsetan byrjaði fyri 15 døgum síðani við løgmansrøðu løgmans, sum seinni í tí vikuni varð viðgjørd.
Sí eisini: Sættast ikki við remis - finn støðugt virknar leiðir
Her er ólavsøkufrágreiðin løgmans
Síðani er arbeiði farið í gongd "handan leiktjøldini", og ætlanin er at leggja nógv mál fram í heyst.
Hava tørv á at fáa stór mál ígjøgnum
Talan er um fleiri stórmál. Samgongan, serliga Javnaðarflokkurin og Framsókn, hava havt stórar trupulleikar at fáa vallyfti síni ígjøgnum: So sum stytta arbeiðsviku og sosial mál sum sum heild (Javnaðarflokkurin) og fíggjarligt haldføri og fosturtøkumálið (Framsókn)
Fíggjarstøðan tyngir sum heild eisini, og so er tað samanblanding av Suðuroyartunnlinum og hækkan av pensjónsmálinum - tvey mál sum vórðu sparkað út til horna seinast í síðstu tingsetu, og sum Ruth Vang og Framsókn framhaldandi knýta saman.
Afturat hesum kemur innanhýsis stríð i Javnaðarflokkinum og tað, at framtíðin hjá Framsókn í samgonguni hevur verið fyri hóttafalli í summar.
Sí eisini: Løgmaður er undir vaksandi trýsti í egnum flokki
Les eisini: Framsókn kann verða tveitt úr samgonguni
Nú verður tó herjað á av nýggjum, og í ólavsøkurøðuni kom løgmaður fram við málum sum frítøka av MVG á ávísum gerandisvørum, umramt býlisstuðul. Hetta skal "nøkta ein Javnaðartørv" í heldur kroystari støðu. Ábendingar eru eisini um, at Framsókn fær sítt ígjøgnini við hækkan av pensjónini, umframt at fosturtøkumálu møguliga kann leggjast fram aftur.
Løgtingsval skal í síðsta lagi vera aftur í desember 2026.
Ódramatiskur fundur í morgin - byrjar av álvara um nakrar vikur
Tingið kemur saman aftur í morgin, hósdagin 14. august. Talan verður tó ikki um ein tingfund, sum flytir so nógv: Ella í roynd og veru fer eitt av málunum um eykajáttan bókstaviliga at flyta okkurt: Heilsumálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið skulu flyta av Eiragarði.
Sí eisini: Aðalráð flyta oman í miðbýin
Annars er bert framløga á skránni. Sambært logting.fo verða møguligu fyrstu viðgerðir 28. august.
Dagført: 11.54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald