Innanlands

Tiltøkini á Sjómannadegnum eru farin í gongd

Í kvøld klokkan verður KG karmur um prát millum Jóhann Lützen og Jóan Petur Klein um langa lívið hjá síðstnevnda á sjónum. Fríggjadagin verða stóra vatnkríggið og fiskikapping á skránni, og síðani er stóri dagurin leygardagin.

2026-08-19 11:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroya Sjómannadagur fyllur eitt sindur í Klaksvík hesa vikuna. Stóri dagurin er leygardagin, men onnur tiltøk seta sín dám á áðrenn.

Fríggjadag er sum vant fiskikapping og síðani stóra vatnkríggið á Vágni - við sløkkiliði og øllum. 

Sí eisini: Aftur økt um fish and chips framleiðsluna á Sjómannadegnum

Lagt varð fyri við Fiskivinutingi og fyrilestrum og KG Hotell, og í kvøld verður nýggja og snøgga gistingarhúsið í býnum karmur um eina serstaka samrøðu.

Blaðstjórin á Norðlýsinum, Jóhann Lützen, tosar við 83 ára gamla Jóan Petur Klein um eitt langt og fjølbroytt lív á sjónum.

Jóan Petur fór fyrstu ferð til skips við sluppuni Fimm Systrum í 1958 og sigldi seinni við Polarstjørnuni, Norðingi og Pison, áðrenn hann fór í land í 1988. Eisini verður hugt aftur á barna- og ungdómsárini í Hattarvík.

Tiltakið byrjar klokkan 20.

Sí skránna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder