Innanlands

Tiltak um árin og seinárin av krabbameinsviðgerð og sjúku

Tiltakið verður 3. november á Tjaldurs Apotek, sum saman við Krabbameinsfelagnum skipar fyri

(Mynd: Krabbameinsfelagið)

(Mynd: Krabbameinsfelagið)

2021-10-18 21:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 3. november skipa Krabbameinsfelagið og Tjaldurs Apotek fyri upplýsandi og kunnandi tiltaki um árin og seinárin av viðgerðini fyri krabbamein, og um hvørjar vørur Apotekið hevur, ið kunna hjálpa og linna um ymisk seinárin.

– Viðgerðin fyri krabbamein er tíbetur blivin nógv betur seinastu árini, og alsamt fleiri gerast frísk. Tað eru tíverri nógv sum fáa seinárin av sjúkuni og viðgerðini. Seinárin kunnu vera til stóran ampa, og tey kunnu eisini vísa seg  tá long tíð er fráliðin. Starvsfólk á Apotekinum fara at greiða frá um ymisk seinárin, og hvørjar vørur tey hava, sum kunna hjálpa og lætta um árin av sjúku og viðgerð, skrivar Krabbameinsfelagið.

Tiltakið verður á Tjaldurs Apoteki mikudagin 3. november frá klokkan 16.30 til 18.

Tað er ókeypis at luttaka, men pláss er bert fyri 25 fólkum, og tí er neyðugt við tilmelding. Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder