
Útboð hevur verið um ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu, og tilboðini vórðu latin upp mánadagin 4. august 2025 kl. 13.00 í Ráðhúsinum.
Sáttmálin um ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu gongur út 30. september 2026, og tí varð arbeiðið nú bjóðað út av nýggjum.
Tá ið freistin var farin, vóru trý standard tilboð komin inn, umframt tvey alternativ tilboð.
Tilboðið frá Sp/f IR Lastbilum ljóðaði á 14.320.849 kr. fyri el-bilar og alternativa tilboðið ljóðaði á 11.459.068 kr.
Tilboðið frá Sp/f Landleiðini ljóðaði á 13.598.124 kr. fyri el-bilar og alternativa tilboðið ljóðaði á 12.987.367 kr.
Tilboðið frá P/F Barðið ljóðaði á 18.286.468 kr. fyri el-bilar.
Tølini eru uttan mvg.
Tórshavnar kommuna fer nú at nærlesa innkomnu tilboðini, og væntandi verður nýggjur sáttmáli undirskrivaður í september í ár.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald