Innanlands

Til ber at síggja og hoyra listverk býráðshúsins hvørt kvøld

Jens L. Thomsen gjørdi audiovisuellu installatiónina við millum annað frá teimum fimm bygdunum í Eysturkommunu. Hvørt kvøld í vetrarhálvuni, frá klokkan 20.46 til klokkan 22.42, kann hetta upplivast í Norðagøtu

2026-02-06 20:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Audiovisuella listaverkið í býráðshúsinum hjá Eysturkommunu, sum stendur í Norðragøtu, varð skapt og fyrireikað í samstarvi við arkitektin og er partur av úttrykkinum: ein arkitektonisk og súmbolsk brúgv, sum bindur fólk saman ígjøgnum stað, arkitektur og ljóð.

Jens L. Thomsen, listamaður gjørdi í 2018 audiovisuellu installatiónina burtur úr m.a. ljóðupptøkum frá teimum 5 bygdunum í Eysturkommunu. Afturvið eru animeraðar myndir, sum verða varpaðar upp á veggin og tær 5 hurðarnar, sum síggjast ígjøgnum panoramisku vindeygaflatuna, sum vendir út ímóti Gøtuvík.

Hvørt kvøld í vetrarhálvuni frá kl. 20.46 til kl. 22.42 sæst og hoyrist hetta serstaka listaverk, og fólk kunnu leggja sær gonguleiðina í hesum tíðarskeiðnum frá bátahylinum og inn móti býráðshúsinum – framvið grótlaðingini, sum fylgir sjóvarmálanum inn ímóti Oyruni, fyri at uppliva bygningin og listaverkið á ein heilt serligan hátt.

Listaverkið fer í dvala frá seinast í mars mánaði, fyri síðani at byrja aftur í heyst, og nærri verður lýst um dagfesting og klokkutíð, tá tað nærkast. Men enn eru nærum 2 mánaðir eftir á hesum sinni til at leggja hesa listarligu uppliving afturat gongutúrinum, rennitúrinum ella biltúrinum.

Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder