Uttanlands

Tikin fyri drápið á Charlie Kirk

Amerikanski forsetin sigur, at ein sum er undir illgruna fyri drápið á konserativa aktivistinum Charlie Kirk er handtikin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-09-12 13:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur at persónurin sum er undir illgruna fyri drápið á Charlie Kirk, er handtikin.

Tað sigur Donald Trump í einari samrøðu við Fox News, skrivar Reuters.

- Eg trúgvi at vit hava hann, sigur Trump í samrøðuni, og leggur afturat, at ein sum kendi tann handtiknað, hevði meldað hann.

Sambært forsetanum er persónurin í varðhaldi hjá politinum.

Tað var mikudagin, at 31 ára gamli konserativi politiski aktivisturin Charlie Kirk varð skotin undir einum kjakfundi í Utah.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder