Innanlands

Tikin fyri at stjala matvørur

Talan var um ein tilkomnan persón, sum hevði tikið matvørur fyri einar 700 krónur í einum handli í høvuðsstaðnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-03-23 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seint seinnapartin í gjár varð ein persónur tikin í eini roynd at stjala úr einum matvøruhandli í høvuðsstaðnum.

Talan var um ein tilkomnan persón, sum hevði tikið matvørur fyri einar 700 krónur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Viðkomandi varð steðgaður á veg úr handlinum og er nú skuldsettur fyri stuldur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder