Innanlands

Tikin fyri at stjala fyri nakrar túsund krónur

Ein maður varð avdúkaður á vakmyndatóli, tá viðkomandi tók vørur í einum handli í Havn

Talan var um ein handil í høvuðsstaðnum, sum millum annað selur elektronikk, sigur vaktleiðarin á politistøðini (Mynd: Sverri Egholm)

Talan var um ein handil í høvuðsstaðnum, sum millum annað selur elektronikk, sigur vaktleiðarin á politistøðini (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-20 08:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan boðar í morgun frá, at eitt mál um stuldur fyri nakrar túsund krónur var í gjár, týsdagin.

Talan var um ein handil í høvuðsstaðnum, sum millum annað selur elektronikk, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Viðkomandi varð tikin í økinum við handilin, tí vakmyndatól vísti greitt, hvat var farið fram.

Maðurin verður skuldsettur fyri stuldur.

Annars vóru tvey lítil ferðsluóhapp í Havn í gjár, men vaktleiðarin staðfestir, at tað hvørki var persónsskaði ella materiellur skaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder