Innanlands

Tikin fyri at koyra ávirkaður

Ein bilførari varð steðgaður í Kollafjarðadali í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-22 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan tók í gjár ein bilførara fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Bilførarin varð steðgaður í Kollafjarðadali stutt eftir klokkan sjey um morgunin.

Bilførarin játtaði seg sekan og blásti væl yvir tað loyvda, og tí er hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder