Innanlands

Tíggju skúrar við bátahylin í Vestmanna

Arbeiðið byrjaði undan ársskiftinum og verður ætlandi liðugt í mai mánað – Afturat bátaskúrunum er eisini ætlan at gera fiskasølutorg á staðnum

2021-02-27 17:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vestmanna kommuna: Vestmanna Kommuna hevur javnan fingið fyrispurningar frá áhugaðum um møguleikan fyri at byggja skúrar við bátahylin.

Fyri at tey áhugaðu ikki hvør í sínum lagi skuldu fara undir at byggja skúrar í ymsum sniðum, varð støða tikin til, at kommunan skuldi samskipa arbeiðið. Avgjørt varð, at tann eini skúrurin – tann innasti – skuldi gerast til alment vesi.

3. juni 2020 boðaði kommunan frá ætlanini á heimasíðuni og á facebooksíðuni og lýsti eftir áhugaðum. 22 umsóknir komu inn, men tá samanum kom, vóru 9 umsóknir ítøkiligar, tvs. at 10 skúrar skuldu gerast, tá vesi-skúrururin verður taldur við.

Lutakast var um, hvør skuldi hava hvønn skúr, og avtala varð gjørd við arbeiðstakarar um at gera skúrarnar. Arbeiðið byrjaði undan ársskiftinum og verður ætlandi liðugt í mai mánað.

Afturat bátaskúrunum er eisini ætlanin at gera fiskasølutorg á staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder