Innanlands

Tíðindafundur um nýskipanir í Tinganesi seinnapartin

Tá verður avdúkað hvørjar spariætlanir verða settar í verk. Gitt hevur verið, at trý landsstýrisfólk verða loyst úr starvi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-04 09:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórur spenningur er í dag, hvørjar útmeldingar løgmaður fer at koma við í dag, nú fyrsta tilmælið frá nýskipanarnevndini skal almannakunngerast.

Fyrrapartin í dag verða løgtingslimir kunnaðir, og nú hevur Løgmansskrivstovuna kalla fjølmiðlarnar til tíðindafund í Tinganesi klokkan 14 “í sambandi við fyrsta tilmælið hjá nýskipanarnevndini”.

Enn er tað ikki váttað, men væntað verður, at løgmaður fer at niðurleggja fleiri aðalráð og senda tilsvarandi tal av landsstýrisfólkum og aðalstjórrum úr embætinum.

Les eisini: Landsstýrið skal barberast niður á seks fólk

Løgtingsfundur verður annars settur klokkan 11 í dag. Ófráboðaðir fyrispurningar eru á skránni áðrenn farið verður undir viðgerðir av innkomnum uppskotum.

Fyrst fer løgtingsforkvinnan tó at lesa minningarorð yvir Hans Paula Strøm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrislim fyri Javnaðarflokkin, sum andaðist 20. oktober.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder