Innanlands

Tíðaravmarkað verkætlanarstarvsfólk sett í Visit Suðuroy

Astrid Fisker-Bødker byrjaði í starvinum 1. apríl – At hon er donsk og vitjar í Vági merkir, at hon sær tingini frá sjónarhorninum hjá einum ferðandi, og tað er nakað, sum Visit Suðuroy kann gagnnýta

2021-04-17 15:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tann 1. apríl byrjaðið Astrid Fisker-Bødker í tíðaravmarkaðum verkætlanarstarvi í Visit Suðuroy í Vági. Astrid kemur at hava ábyrgdina av størri seruppgávum, sum eru ætlaðar ferðavinnuni í sunnaru helvt.

Astrid er donsk, men búsitandi í Vági teir komandi mánaðarnar. Astrid er útbúgvin innan samskifti frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Umframt lærdóm innan samskifiti, so hevur Astrid millum annað starvast hjá DR og Core Property Management í Danmark.

Eitt serligt við Astrid og sum vil gagna Visit Suðuroy og arbeiðinum innan ferðavinnuna er, at Astrid er útlendingum, sum ”vitjar” Vág. Harí sær hon tingini frá sjónarhornunum hjá einum ferðandi, sum er nakað vit kunna gagnnýta, soleiðis at vit kunnu lyfta okkum enn meira, sigur Magnus Pauli West frá Visit Suðuroy.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder