Innanlands

Thordis gevst nú sum ferðaleiðari í Kálvalíð

Vága kommuna heiðraði Thordis

Mynd: Vága kommuna

Mynd: Vága kommuna

2019-07-05 13:29 Author image
Ari av Rana

Vaktarskiftið verður nú í Kálvalíð í Vágunum, nú Thordis Hansen í Miðvági er givin sum ferðaleiðari í Kálvalíð.

Thordis hevur røkt hetta starvið fyrimyndarliga nú í nógv ár, skrivar Vága kommuna. Nú hevur hon so sagt seg úr starvið sum 83 ára gomul.

Eftir hana tekur Lydia Laksafoss við.

Vága kommuna hevði eina løtu saman við Thordis fyrradagin.

placeholder
placeholder