Mentan

The King’s Singers aftur til Føroya

Sunnukvøldið 13. oktober 2019 – um júst eitt ár – kemur mæti vokalbólkurin The King’s Singers aftur til Føroya at hava konsert

2018-10-13 16:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

The King’s Singers sungu í november 2017 tvær ómetaliga góðar konsertir fyri fullsettari høll í Norðurlandahúsinum. Atgongumerkini vórðu útseld eftir fáum døgum, og áhoyrararnir fóru heim eina sera stóra uppliving ríkari.

Ein teirra segði fylgjandi: ”Var so heppin at vera til konsertina í NLH mikukvøldið. Sigast má, at tað var ein fragd frá fyrsta tóna, og til konsertin var at enda komin. Havi ikki upplivað nakað, ið minnir um hettar og kemur tað at sita fast í minni mínum, sum nakað heilt serligt.” Tryggvi Magnussen á Facebook

Serliga yvirraskað mundu fólk gerast, tá teir sum eykalag við flottari føroyskari úttalu sungu ”Summarkvøld”, sum Regin Dahl eigur orðini og Kári Bæk lagið til.

Skráin til konsertina í Norðurlandahúsinum í 2019 verður eins fjølbroytt og í fjør – teir syngja klassiskan tónleik, nýskrivað verk, kendar sangir og mangt annað.

Um the King’s Singers

The King’s Singers vórðu settir á stovn í 1968 av seks nýútbúnum sangarum frá King’s College í Cambridge. Tað, sum sermerkti bólkin frá byrjan av, var tónlistarligt fjølbroytni. The King’s Singers høvdu eina fasta løtu í bretskum sjónvarpi í bestu senditíð, har teir sungu vælumtóktan tónleik, sum onki kór vanliga hevði farið í holt við. Við teirra serligu bretska sjarmu og fantastisku røddum, teknikki og samljóði sungu teir seg beint inn í hjørtuni á áhoyrarum kring allan knøttin. Limirnir í The King’s Singers eru skiftir út so hvørt, sum árini eru liðin, men ljóðið, hugsjónin og ikki minst høga støðið eru tey somu.

Bólkurin hevur alla sína tíð javnan verið boðin at framføra á heimsins størstu pallum – frá Royal Albert Hall í London til Opera House í Sidney og Carnegie Hall í New York. Teir eru vornir ein altjóða ímynd av tónlistaligari dygd. Á hillini við heiðurslønum standa umframt óteljandi aðrar tvær Grammy® virðislønir og ein Emmy® virðisløn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder