Innanlands

Løgmaður fær ivasom skoðsmál frá veljarunum

Vit hava biðið veljararnar meta um avrikið hjá løgmanni á fýra týðandi økjum - dómurin er: Undir miðal

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-28 19:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ikki bara undirtøkan til Javnaðarflokkin, sum er avbjóðingin hjá Aksel V. Johannesen, floksformanni, í løtuni.

Veljarin gevur honum heldur ikki bestu skoðsmálini, tá spurt verður um, hvussu fólk halda, at hann hevur megnað sína uppgávu sum løgmaður.

Í sambandi við veljarakanningina, sum varð gjørd mánakvøldið, settu vit eisini veljarunum nakrar ítøkiligar spurningar um, hvussu tey halda at løgmaður hevur klárað seg.

Veljararnir høvdu fimm svarmøguleikar: 1 sera illa, 2 illa, 3 hvørki væl ella illa, 4 væl og 5 sera væl. Sostatt er skal umdømið upp á trý fyri at hava klárað seg miðal.

[object Object](Savnsmynd)

Neyðugar avgerðir: 2,50

Ein av spurningunum ljóðar: Hvussu megnar løgmaður at taka neyðugar averðir?

Her heldur ein góður helmingur av teimum spurdu (52%), at løgmaður hevur klárað seg illa, harav 20 prosent halda, at hann hevur klárað tað ‘heilt illa’. Meðan 20 prosent halda at hann hevur klára seg ‘væl’ (17%) ella ‘sera væl’ (3%). Størsti partur svarar tó hvørki, gerst samlaði karakterurin 2,5.

Tá hugt verður eftir politiska hugburðinum hjá veljarunum her, er mest áhugavert at hyggja eftir, hvat javnaðarveljarar halda. Millum veljararnar, sum siga seg fara at velja Javnaðarflokkin, fær løgmaður karakterin 3,71, altso væl yvir miðal.

Men hyggja vit eftir teimum veljarunum, sum siga, at tey valdu Javnaðarflokkin seinast, so kemur løgmaður ikki upp á miðal, hann fær 2,98. 38 prosent av hesum veljarum halda løgmann hava klárað seg ‘illa’ ella ‘sera illa’.

[object Object](Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

Lurta eftir og skilja fólk: 2,52

Ein rættiliga viðkomandi spurningur fyri veljaran ljóðar soleiðis: Hvussu dugir løgmaður at lurta eftir og skilja fólkið í Føroyum?

Her er karakterurin eitt sindur frægari, 2,52. Her eru tað eisini 52 prosent, sum halda at løgmaður hevur klárað seg illa. Men her eru fleiri enn í undanfarna dømi, sum siga løgmann klára seg ‘sera illa’ – 24 prosent, meðan 28 prosent siga ‘illa’.

Harðasta dóm her fær fær løgmaður frá fólkafloks- og sambandsveljarunum, 2,05, meðan javnaðarveljararnir eru á 3,88. Tey, sum valdu Javnaðarflokkin seinast geva her løgmanni 3,06.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Skapa semju og samstarv: 2,55

Vit settu eisini veljarunum henda spurningin: Hvussu megnar løgmaður at skapa semju millum politisku flokkarnar?

Aftur her er úrslitið eitt vet frægari, 2,55. Nú er tað akkurát 50 prosent av teimum spurdu, sum halda at løgmaður hevur klárað seg ‘illa’ (32%) ella ‘sera illa’ (18%). 20 prosent halda hann hava klárað seg ‘væl’ (18%) og ‘sera væl’ (2%).

Veljararnir hjá Fólkaflokkinum eru harðastir í sínari meting her, 2,08. Hyggja vit at veljarunum hjá samgonguni, so geva javnaðarveljararnir, sum vera mann, besta karakter, 3,62, meðan veljararnir hjá Tjóðveldi siga 3,03 meðan veljararnir hjá Framsókn ikki tykjast heilt nøgdir við samstarvið, tey geva løgmanni undir miðal, 2,64.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Umboða Føroyar: 2,83

Fjórði spurningurin ljóðar soleiðis: Hvussu dugir løgmaður at umboða Føroyar úteftir?

Her skorar løgmaður best. Samlaði karakterurin nærkast miðal, 2,83.

Her eru andstøðu veljararnir eitt sindur mildari í dømingini av løgmanni, meðan veljararnir hjá øllum trimum samgonguflokkunum halda løgmann hava klárað seg yvir miðal á hesum økinum.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder