Uttanlands

Tesla bilar hava trupult at klára sýnið

Serliga er tað væl umtókta Y-modellið, sum hevur trupulleikar við hjólfestinum

Tesla Model Y (Mynd: EPA)

Tesla Model Y (Mynd: EPA)

2026-01-23 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flestu elbilar klára seg væl fyrstu ferð teir verða kallaðir til sýn. Men ikki Y-modellið hjá Tesla. Í fjør megnaðu 45 prosent av Y-modellunum frá 2021 í Danmark ikki at koma gjøgnum fyrsta sýnið.

Tað skrivar Danmarks Radio.

Til sammetingar, so vóru tað bert sjey prosent av øllum elbilum í 2025, sum ikki kláraðu fyrsta sýnið, vísir ein uppgerð, sum danska ferðslustýrið hevur gjørt fyri biláhugafelagsskapin FDM.

Tað er serliga brekið ‘sløðr í hjólfestinum’ (upphanginum, -red), sum rakti 22 prosent av øllum Tesla Y-modellum, og hetta merkir, at bilarnir máttu kallast inn til nýtt sýn. Trupulleikin her er, at hjólini sita ov leys og skinkla.

FDM kallar tað eina gølu at so stórur partur av Y-modellinum og eisini Model 3 frá 2021, vísa so stór brek, og tí stinga seg út úr hagtølunum.

Við slíkum breki fær bilaeigarin eina stóra eykarokning, sum er rættiliga órímilig fyri ein so ungan bil, sigur ovastin fyri teknisku ráðgevingini hjá FDM, Lotte Otto, við Danmarks Radio.

Tesla bilar, bæði Model Y og Model 3, eru sera væl umtóktir í Danmark. Í 2023 og 2024 var Model Y mest seldi elbilur í Danmark – í 2023 var hann enntá mest seldur av øllum bilamerkjum.

Tað koyra 46.700 Tesla Y á donsku vegunum, og tað er nógv mest av øllum elbilasløgum.

FDM mælir nú øllum Tesla eigarum til at fáa bilin eftirkannaðan av einum óheftum fakfólki áðrenn fýra ára garantiið, sum Tesla gevur øllum sínum bilum, gongur út.

Tað er ikki uttan orsøk, at hesir bilar eru væl umtóktir.

- Tað er ein sera góður bilur, sum fyllir tørvin hjá teimum flestu. Trupulleikin er bara, at tað eru avbjóðingarnar við at koma ígjøgnum fyrsta sýnið, vísir serfrøðingurin hjá FDM á.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder