Innanlands

Ternan fer í dokk týsdagin - verður har í áleið níggju vikur

Fyrstu dagarnar verður siglingin á nólsoyarleiðin røkt av Jósupi og siglt verður sambært vanligu ferðaætlanini - síðani skal Erla Kongsdóttir taka yvir, boðar Strandferðslan frá

Talan er um 40-ára klassing (Mynd: Torben Nielsen)

Talan er um 40-ára klassing (Mynd: Torben Nielsen)

2020-10-15 15:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Enn einaferð verður Ternan úr sigling, og hesaferð verður tað í áleið níggju vikur. Ternan skal til sokallað 40-ára klassing, og Strandferðslan hevur gjørt av, at dokkingin byrjar á middegi týsdagin 20. oktober, soleiðis at Ternan verður klár at røkja siglingina á nólsoyarleiðini fyri jól. Níggju vikur frá 20. oktober er 22. desember.

Heimasíðan ssl.fo skrivar, at fyrstu dagarnar verður siglingin á nólsoyarleiðin røkt av Jósupi og siglt verður smbært vanligu ferðaætlanini á leið 90, undantikið farmatúrar mikudag og fríggjadag. Tá nýggja tríkiljan, Erla Kongsdóttir, er klár, verður hon sett í sigling á nólsoyarleiðini.

Farmasiglingina fer Hasfjord at taka sær av, og eftir ætlan verða farmatúrar gjørdir tvær ferðir um vikuna. Neyðugt er at tillaga fráferðina hjá Hasfjord eftir sjóvarfallinum og sostatt verða farmatúrar gjørdir um tað mundið, tá hægsta flóð er. Siglt verður av Gomlurætt til Nólsoy og aftur, og verður ferðaætlanin fyri farmatúrar lýst viku fyri viku, boðar Strandferðslan frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder