
Terji Beder hevur í dag tikið sæti á løgtingi fyri Henrik Old, sum hevur biðið um farloyvi frá tingarbeiðinum frá í dag at rokna.
Sambært heimasíðuni hjá løgtinginum, fer Henrik Old sjálvur at boða frá nær hann aftur tekus sætið á tingi.
Terji Beder gjørdist nummar 16 á listanum hjá Javnaðarflokkinum á løgtingsvalinum 8. desember 2022 við 145 persónligum atkvøðum. Hetta er aðru ferð, at hann tekur sæti á løgtingi sum eykamaður, fyrru ferð var í eina viku í mars í ár.
Grímur á fimta sinni
Í dag hevur Grímur Sundstein eisini tikið sæti á tingi sum eykamaður fyri Fólkaflokkin. Tað er Árni Skaale, sum hevur biðið um farloyvi fram til 15. november.
Grímur gjørdist nummar sjey á listanum hjá Fólkaflokkinum á seinasta løgtingsvali. Hann fekk 290 persónligar atkvøður.
Grímur Sundstein hevur fýra ferðir áður sitið á tingi sum eykamaður, seinast í hálvanannan mánað í apríl og mai í ár, tá hann sat inni fyri Bárð á Lakjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald