Innanlands

Teresa Ovenberg reyk út og Karl Weihe er tryggjaður finalistur

Enn er tó ikki greitt, hvør partnarin hjá Karl Weihe verður í finaluni, sum verður fríggjadagin

(Mynd: Viaplay)

(Mynd: Viaplay)

2026-04-02 21:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Finalan í Paradise Hotel verður við einum føroyngi og einum føroyingi í dómsnevndini. Tað er greitt eftir næstseinasta part, sum bleiv tøkur seinnapartin.

Teresa Ovenberg og Karl Weihe vóru bæði við saman við fýra øðrum tá tað varð farið undir finaluvikuna týsdagin. Men síðani er tvey sáldaði frá.

Jonathan Johansson var vigaður og funnin ov lættur tá dómsnevndin kom inn týsdagin og í dag reyk so Teresa Ovenberg.

Ikki tí hon hevur gjørt nakað galið sum so, men dómsnevndin skuldi meta um hvør hevði uppiborið tað meira, Teresa Ovenberg ella Anna Seneca.

Tá tað kemur til stykkis er tað gamli partnarin hjá Karli Weihe, Nikoline Kjær, sum stendur við avgerðini. Tíverri fyri Teresu Ovenberg er tað okkurt agg millum hana og Nikoline, sum velur at Anna Seneca skal sleppa at halda fram í spælinum.

Teresa Ovenberg er sostatt úti og gerst partur av dómsnevndini, sum í síðsta enda skal atkvøða um, hvør vinnur Paradise Hotel.

[object Object]Anna Seneca og Karl Weihe (Mynd: Viaplay)

Karl Weihe tryggjaður
Í dagsins parti, sum er næstseinasti partur, skal dómsnevndin meta um hvør av teimum sum manna nevndina er sterkast, ein genta og ein drongur, sum bæði fáa møguleikan at koma í finaluna.

Rættiliga skjótt verður Nikoline Kjær, gamli partnarin hjá Karli Weihe, vald at vera sterkasta genta, og hon velur at kempa um finaluplássið saman við Anna Saneca. Tað merkir, at Karl Weihe er tryggjaður eitt finalupláss.

Karl Weihe skal taka avgerðina í morgin stutt undan finaluni.

[object Object]Nikoline Kjær næstuttast til vinstru fær møguleika at sleppa í finaluna (Mynd: Viaplay)

Tvey pør vera í finaluni og vinna við at fáa flest atkvøður frá dómsnevndini. Eftir hetta verður ein sonevnd álitisroynd har annar finalisturin hevur møguleikan at snýta alt og øll og fara avstað við upp til 500.000 krónum, meðan hin stendur eftir við ongum.

Paradise Hotel sæst á Viaplay. Næstseinasti partur kom út í dag og síðsti partur og finalan verður í morgin klokkan 14.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder