Innanlands

Telefonin hjá løgregluni hevur næstan ringt uttan íhald

Har var líka ein skái, tá midnáttarsangur var, men annars var ikki ólavsøkufriður hjá løgreglu og samarittum. Talan hevur í stóran mun verið um full fólk - eitt harðskapsmál er higartil skrásett í nátt

Mynstrið líktiskt tí, sum var ólavsøkuaftan og ólavsøkunátt. Tað var seint í gjárkvøldið, at tað veruliga fór at kima (Mynd: Sverri Egholm)

Mynstrið líktiskt tí, sum var ólavsøkuaftan og ólavsøkunátt. Tað var seint í gjárkvøldið, at tað veruliga fór at kima (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-30 07:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava ikki endaliga yvirlitið enn. Telefonin ringir framvegis við jøvnum millumbili. Fólk eru inni og koma inn. 

Hetta staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Havn nú stutt fyri klokkan átta dagin eftir ólavsøku.

Mynstrið líktiskt tí, sum var ólavsøkuaftan og ólavsøkunátt - tó at ikki so nógvar fráboðanir um ófantaligar parkeringar vóru.

Tað var seint í gjárkvøldið, at tað veruliga fór at kima. Sum væntað hevur tað í stóran mun verið talan um full fólk, ið hava tørv á hjálp.

- Samarittarnir hava runnið og stríðst og hava verið ógvuliga raskir, staðfestir vaktleiðarin.

Hóast hann ikki beinleiðis vil "koma við einum peikifingri", so vil vaktleiðarin staðfesta, at tað hava verið nógvar støður við "ógvuliga ungum ávirkaðum fólki".

Og her verður ikki tosað um persónar, sum eru beint undir 18.

Eitt harðskapsmál

Ein genta varð eftirlýst seinnapartin ólavsøkudag, men tað gekk tíbetur ógvuliga skjótt at fáa fatur á persóninum, staðfestir løgreglan.

- Eftir almennu eftirlýsingina gingu ikki nógvir minuttir, til tað var ov lítið, at vit vóru tveir og tóku telefonina. Hetta tí so nógv ringdu inn við upplýsingum.

Tað eru sum so annars ikki skrásett nøkur serlig onnur mál, útyvir fyllskapur. Tó varð ein støða, har ein persónur tók í ein annan á einum vertshúsi, skrivað sum eitt harðskapsmál, kunnar løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder