Innanlands

Teldusníkar royna at stjala frá føroyskum fyritøkum

Ígjøgnum sonevnd phising álop royna teldusníkar í dag at stjala Facebook loginupplýsingar frá føroyskum fyritøkum

2024-03-12 15:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri føroyskar fyritøkur eru í dag mál fyri teldusníkum, sum ígjøgnum phishing álop royna at stjala Facebook loginupplýsingar frá teimum. Hesum boðar løgreglan frá seinnapartin.

Í einum innleggi frá einum Facebookbrúkara, sum kallar seg "Service Automation Standards" framgongur, at Facebook fer at deaktivera kontuna hjá fleiri navngivnum føroyskum fyritøkum.

Víst verður til eitt leinki, har brúkarin so verður biðin um at skriva inn loginupplýsingarnar til Facebook.

Talan er tó ikki um eini boð frá Facebook, men um eitt phishing álop. Tí er tað umráðandi, at tú ikki skrivar tínar loginupplýsingar á síðuna.

Haraftrat kann nevnast, at endamálið hjá teldusníkunum er ofta at misnýta eitthvørt gjaldskort, sum er tilknýtt Facebooksíðuni hjá fyritøkunum. Hetta kann tískil eisini føra við sær ein stóran fíggjarligan miss fyri fyritøkuna.

Um tú longu hevur givið teldusníkunum tínar loginupplýsingar, so verður viðmælt, at tú skjótast gjørligt tryggjar tína Facebookkonto, sigur løgreglan.

Í teimum viðheftu myndunum sært tú, hvussu tey følsku boðini og phishing síðan sær út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder