Innanlands

Tekniskir trupulleikar hava merkt dagin

Sum tú ivaleyst legði til merkis, var alt ikki sum tað plagar á Portalinum fyrrapartin - við myndum og øðrum - men nú er alt komið í rættlag

2025-11-05 11:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum tú ivaleyst legði til merkis, var alt ikki sum tað plagar á Portalinum fyrrapartin.

Hetta sást best við, at myndir ikki riggaðu, og livescore-tænastan ovast stóð bara og mældi.

Eisini høvdu vit í nakrar tímar trupulleikar við at koma inn á sjálva skipanina, har greninar verða lagdar inn. Tískil hava vit ikki fingið dagført við øllum tí feskasta fyrrapartin.

Talan var um ein tekniskan trupulleika, sum nú er rættaður.

Haldið okkum til góðar.

Redaktiónin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder