2026-01-04 09:30
Í dag og umleið fimm dagar fram fer Teistin at røkja siglingina á leið 61 millum Gomlurætt og Hest.
Orsøkin er, at Erla Kongsdóttir, sum røkir siglingina, skal til eftirlit.
Fyrsti túrur hjá Teistanum í dag verður klokkan 14.35 av Gomlurætt. Siglt verður sambært ferðaæltan, skrivar Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald