Innanlands

Teistin fær veingir á kjølin

Strandfaraskipið verður við í norskari royndarætlan

2019-03-20 09:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Strandfaraskipið Teistin, sum røkir ferjusambandið millum Skopun og Gomlurætt verður í næstum útgjørt við serligum veingjum á kjølinum, sum skal vera við til at stabilisera skipið, gera tað meira róligt í sjónum og minka um nýtsluna av brennievni.

Talan er um sonevndar ’foilers’, sum norðmaðurin Eirik Bøckmann hevur ment. Foilarar har frammi undir skipinum hjálpa til at føra skipið fram við aldunum, samstundis sum skipið gerst róligari.

Heimasíðan metalsupply.no skrivar, at talan kann vera um at spara millum 4 og 15 prosent við hesum veingjunum. Tess størri aldur, jú størri er ávirkanin.

Tað er eitt felag, sum eitur Wavefoil, sum skal menna veingirnar, sum nú verða evnaðar í eini høll í Hofstad í Trøndelag. Fyrsta eintakið, sum vigar seks tons, skal setast á Teistan. Veingirnir verða fluttir til Føroya í august, og ætlanin er at arbeiðið at seta tær á Teistan byrjar 1. september.

Sambandið við Strandferðsluna kom á eini ráðstevnu fyri ferjur í desember, skrivar metalsupply.no. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder