Mentan

Teenstreet: Leingjast eftir karrybollunum hjá mammu

413 luttakarar úr Føroyum eru í hesum døgum á Teenstreetlegu í Týsklandi

2018-07-31 16:01 Author image
Sverri Egholm

Om.fo: Ein seinnapart slíkan sum hendan við brennandi sól, er nógv lív í á leguøkinum, og í øllum meldrinum hitti eg tríggjar fittar føroyskar gentur. Tær eru Ester á Dalbø Gregersen úr Fuglafirði, Tórun Klakkstein Vilhelm úr Vági og Lydia Hammer úr Syðrugøtu.

Tær hava allar verið á TeenStreet áður, ávikavist eina, tvær og tríggjar ferðir. Og teimum dáma sera væl. Serliga eru tað løturnar inni á stóra salinum bæði um morgnanar og  Thone Room um kvøldið, sum tær gleða seg til. Tað er deiligt at sita har saman við øllum hinum og syngja lovsong. Onkrar seinnapartar hava tær meldað seg til føroyskar fyrilestrar (seminar), men tær halda eisini, at løturnar eftir Throne room,  tá tey púrasta hava frí, eru virkuliga deiligar. Tá hevur tú veruliga stundir at hitta onnur, og á tann hátt at koma at kenna og fáa nýggjar vinir.

Eisini hava tær verið inni í býnum onkran seinnapart, men tá eg spyrji tær, hvat tær halda um matin á her á leguni, siga tær, at hann er heilt okey. – Men kortini so leingjast tær eftir karrybollunum og lasagnuni hjá mammu.

Skrivað hevur Eyðun á Lakjuni, om.fo

placeholder
placeholder