Búskaparráðið leggur fram temafrágreiðing um fíggjarpolitiska haldførið hósdagin 17. septembur klokkan 11:00 í Smæruni í Tórshavn
Hetta skrivar Landsbankin á heimasíðu sínari. Tað er Landsbanki Føroya, sum hevur skrivarauppgávuna hjá ráðnum.
Fyrr var talan um sonevnda heystfrágreiðing - nú er talan um eina "temafrágreiðing".
Umframt hesa, ger Búskaparráðið eina sonevnda konjukturfrágreiðing um árið.
Famløgan hósdagin verður eisini stroymd og leinkjan verður løgd út á heimasíðuna hjá Búskaparráðnum
Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.
Limir í Búskaparráðnum eru:
Johnny í Grótinum, cand. polit., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og MSc í leiðslu
Hans Ellefsen, PhD. í búskaparfrøði
Marjun Weihe Thomassen, cand merc. aef
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald