Innanlands

Team Rynkeby vitjar í SMS leygardagin

Á altjóða dagur móti barnakrabbamein skipa súkklararnir fyri undirhaldi og galladøgurða um kvøldið

2020-02-13 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á altjóða degnum móti barnakrabbameini, leygardagin 15.februar, skipar Team Rynkeby Føroyar fyri tveimum tiltøkum.

Annað tiltakið er í SMS, har ymiskt áhugavert er á skránni, so sum kappsúkkling, røður og góðir tónar. Harumframt verður okkurt gott til góman.

Seinni um kvøldið er vælumtókta gallaveitslan á Hotel Føroyum á skránni, og aftur í ár er útselt til veitsluna.

Tiltakið byrjar klokkan 11 og endar klokkan 14. Ymist undirhald er á skránni, eitt nú kappsúkling millum Team Rynkeby súkklarar.

Eisini verður sangur. Kl. 12.20 syngur Halleluka-Sofus og klokkan 13 Martin Joensen. Jógvan Fríðrikson, biskupur, leggur eisini leiðina framvið og heldur eina røðu um at hjálpa teimum, ið treingja. Bispur er á skránni klokkan 13.35.

Skráin í SMS 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder