Innanlands

Team Rynkeby skipar aftur fyri galladøgurða á Hotel Føroyum

Á skránni hesuferð vera m.a. framførslur frá Tórshavnar Mannskóri, Danny & The Veetos og Pipar & Salt

Mynd: Facebook

Mynd: Facebook

2019-01-11 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir

Aftur í ár skipar Team Rynkeby Føroyar fyri galladøgurða á Hotel Føroyum fyri at savna inn pening til børn við lívshættisligum sjúkum.

Ársins galladøgurði verður leygardagin 16. februar klokkan 19.

Borðreitt verður við fýra rættum og drykkjuvørum afturvið, og eisini verða fleiri tónleikaframførslur og annað undirhald á skránni.

Á skránni verða framførslur frá:

Tórshavnar Mannskór
Danny & The Veetos
Jórunn Gudmundsen
Pipar & Salt
KATA
Benjamin Petersen
Kalas
Klassiskt Miðnám

Borðstjóri verður Rudolf Joensen.

Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Hotel Føroyum.

Allur peningurin, ið kemur inn fer óskerdur til børn við krabbameini, hjarta- ella lungasjúku og familjur teirra.

placeholder
placeholder