
Peningaupphæddin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París, varð í gjár handaður í auluni í Eysturskúlanum. Innkomna peningaupphæddin var 1.590.000 krónur.
Umframt at stuðla gransking í sjúkum og viðgerðum hjá børnum, verður peningurin eisini latin Krabbameinsfelagnum, Hjartabarninum, Cystisk fibrosufelagnum, Beranum, Sinnisbata, Autismufelagnum og ADHD- felagnum.
– Við hesum vóna vit at kunna geva eitt lítið íkast til, at børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra fáa ta hjálp og tann stuðul, sum kann gera ein mun í gerandisdegnum, skrivar Team Rynkeby Føroyar á Facebook.
– Ein serlig tøkk verður borin fram til øll, sum hava stuðlað – bæði sponsorar, fyritøkur, kommunur og einstaklingar, og ikki minst barnagarðar og skúlar kring landið, sum hava savnað pening inn. Team Rynkeby vil við hesum hjartaliga takka fyri allan stuðul og alla hjálp – takk fyri, at tit hjálpa okkum at hjálpa øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald