Innanlands

Team Rynkeby: Gallaveitslan gav 240.000 krónur

Í gjár var skipað fyri árligu gallaveitsluni hjá Team Rynkeby Føroyar á Hotel Føroyum

Mynd: Team Rynkeby Føroyar/ Einar Vang

Mynd: Team Rynkeby Føroyar/ Einar Vang

2019-02-17 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var gallaveitsla hjá Team Rynkeby Føroyar hildin á Hotel Føroyum.

Team Rynkeby Føroyar skipar á hvørjum ári fyri gallaveitslu. Hetta er tað einstaka tiltakið, sum gevur flest pengar til innsavninginina hjá Team Rynkeby í Føroyum.

Tiltakið er skipað á tann hátt, at øll arbeiða sjálvboðið, eins og matur og drekka verður latið ókeypis, so at allur peningurin, sum kemur inn frá søluni av atgongumerkjum, fer til hjálpararbeiðið hjá Team Rynkeby Føroyar.

Hini árini hevur Team Rynkeby savnað omanfyri 200.000 krónur, og í ár gav gallaveitslan 240.000 krónur, skrivar Team Rynkeby Føroyar á Facebook.

Allur innkomni peningurin fer til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum, familjum teirra og til gransking innan hesar sjúkur í Føroyum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder