Innanlands

Tavan: Virka stóran og góðan brisling av Funningsfirði

Brislingurin verður lakaður í tunnur og útfluttur til Svøríkis

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-11-12 16:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vertíðin, har møguleiki er at fáa brisling inni á føroysku firðunum er byrjað. Fríggjadagin fekk nótabáturin Katrin úr Søldarfirði fatur á eini torvu á Funningsfirði. Nøgdin var ikki stór – um try tons – men talan var um óvanliga góðan og stóran brisling.

- Vanliga ganga 50 til 55 fiskar upp á kiloð, men hesin brislingurin var so stórur, at tað vóru um 30 pr. kilo, greiðir Ingvar Joensen, stjóri á Tavuni frá.

Tavan arbeiðir vanliga gulllaks, men tann fiskiskapurin gongur fyri seg um summarið og út á heystið. Tí kemur tað væl við, at møguleikin vísir seg at keypa og útflyta brisling, sum verður fangaður á firðunum nú í november og út í februar mánaða.

[object Object]Ingvar Joensen, stjóri á Tavuni (Mynd: Birgir Kruse)

- Vit hava samband við eina svenska fyritøku, sum er áhugað í at keypa brisling frá okkum. Vit leggja brislingin við høvdi og gørnum í ein kryddlaka í tunnum. Vøran verður so flakaskorin og latin í konservesdósir í Svøríki, greiðir Ingvar Joensen frá.

Vanliga verður brislingurin sorteraður í tvær støddir, um støddin gerst ov lítil, verður hann latin víðari til Havsbrún í Fuglafirði.

Tá háárstíð er á Tavuni við gulllaksinum arbeiða um 60 fólk á virkinum í Leirvík. Nú um veturin eru tey eini 40. Tað passar so væl, at tá minni er at gera á Tavuni, er úr at gera á virkjunum, ið virka uppsjóvarfisk, so tey fleiri, sum eru á Tavuni um summarið, finna sær arbeiði á uppsjóvarvirkjum um veturin, greiðir Ingvar Joensen frá.

Umframt at virka brisling, virkar Tavan eisini upsa, sum verður skorin í bitar, frystur, pakkaður í 5-kilo eskjur og seldur til Svøríkis, Belgia og Fraklands einamest til stórkøkar.

Men júst nú hevur verið trupult at fáa upsa at virka. Bátarnir fáa ikki upsa í løtuni, sigur Ingvar Joensen. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder